2018-12-18 13:20
Í gjárkvøldið fingu 10 fólk váttan fyri at hava lokið skeið í enskum máli til ferðavinnuna. Tað er Miðnám í Vestmanna – fyrrverandi Fiskivinnuskúlin – sum hevur staðið fyri hesum skeiðinum, har undirvíst hevur verið í 60 tímar.
Umframt tey á myndini hava eisini hesi trý lokið skeiðið: Danny Danielsen, Eyðun Hansen og Evi Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald