Innanlands

Finn Johannesen fekk fólkaheilsuvirðislønina fyri 2019

Hann hevur á sera ymiskan og fjølbroytt hátt, vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki

Sirið Stenberg og Finn Johannesen (Mynd: Fólkaheilsuráðið)

Sirið Stenberg og Finn Johannesen (Mynd: Fólkaheilsuráðið)

2019-01-11 18:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Fólkaheilsuráðstevnuni í dag, har upp ímóti 300 fólk vóru savnað í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, varð Fólkaheilsuvirðislønin avdúkað.

Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum handaði Finni Johannessen Fólkaheilsuvirðislønina

14 uppskot komu inn, at vinna heiðurin Fólkaheilsuvirðislønin 2019.

“Grundgevingarnar vóru hesar:

Við ymiskleikanum í huga hevur dómsnevndin latið Fólkaheilsuvirðislønina 2019 til ein, ið hevur á sera ymiskan og fjølbroyttan hátt, vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki og verið við til at skapa ein karm um felagsskap."

Eftir eitt av vælgerandi átøkum, sum hava verið sigur hann lítillátin:

“...gott at kunna veita eitt sindur av hjálp til teirra, ið ikki hava tað gott.”

Fólkaheilsuráðið hevur hesi seinastu árini meira og meira arbeitt við sálarligari heilsu, og her hevur hann hugbundin og við sínum fjølbroytni á ein sera livandi hátt givið sítt íkast til føroyingar bæði til “at flenna og at renna”. Hetta hevur verið gott fyri bæði sál og likam.

Fólkheilsuvirðislønin 2019 fer til Finn Johannessen!”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder