
– Hetta fer á ongan hátt at viðvirka til at fáa ein enda á stríðnum ella at tryggja, at gíslarnri verða leyslatnir.
Soleiðis sigur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer um ísraelsku ætlanina fyri Gaza, sum fríggjadagin varð góðkent av ísraelska trygdarráðnum. Ætlanin inniber m.a., at Ísrael skal taka ræðið á Gaza býi.
Stórabretland heitir á Ísrael um at endurskoða ætlanina, og eitt nú Kina, Noreg og Turkaland hava eisini funnist at ætlanini hjá Ísrael.
Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen sigur eisini, at ætlanin hjá Ísrael er skeiv.
– Hetta fer bert at elva til størri líðing hjá sivilfólkinum. Vit heita tí á Ísrael um at broyta avgerðina alt fyri eitt.
– Tað er tørvur á vápnahvíld, skjótt og óavmarkað humaniter atgongd, leyslating av ísraelskum gíslum og varandi friður við einari tveystatsloysn, sigur Løkke.
Les eisini: Ísrael vil taka ræðið á Gaza býi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald