- Tað verða helst ongir heimapartar afturat til Vágafólk í ár. Men vit hava eina ávísa skyldu at halda grindini til her kortini, um tað verður neyðugt.
Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Suðurstreymoyar- og Vága sýslum.
29. apríl var grind í Sandavági. Grindin varð deild í heimapartar, men tað gekk illa at sleppa av við alla grindina. Tá avtornaði varð grind býtt út í Kvíkíkar kommunu og Vestmanna.
Men sunnudagin vóru aftur grindaboð á Vágoynni, hesa ferð í Bø. Einans drápspartar vórðu latnir sunnudagin, og Finnbogi Midjord sigur, at tað gekk væl at koma av við grindina.
- Hesa ferð gekk skjótt at sleppa av við grindina, sigur hann. Talan var um drápspartar á eitt skinn í part.
Mynd frá grindadrápinum í bø sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Men báðar grindirnar seinastu vikurnar hava verið á Vágoynni, og tí verður helst ongin grind givin í heimapørtum til vágafólk. Finnbogi Midjord afturvísir tó ikki, at heimapartar verða latnir til aðrar bygdir, um grind verður hildin til í Vágunum.
- Tað kann verða, at grind verður latin til aðrar bygdir, um hon verður hildin til á Vágoynni. Vit hava tosað um, at møguliga geva heimapartar til bygdir, sum liggja eitt sindur avsíðis og tískil ongantíð fáa heimapartar, sigur Finnbogi Midjord. Hann nevnir at eitt nú á Selatræð, hevur grind ikki verði latin í heimapørtum í nógv ár.
Tá tað gekk striltið at lata heimapartar, tá seinasta grindin varð hildin til í Sandavági, varð gitt um ymiskar grundir til tað. Eitt nú varð nevnt, at fólk kanska ikki ótu eins nógva grind longur og at tað var nógv grind í Vágunum í fjør. Sambært Heimabeiti.fo vóru tvær grindir í Sandavági í fjør í ongin í Bø. Talan var um í alt 210 hvalir, ið blivu hildnir til á oynni í 2018.
Men Finnbogi Midjord sigur, at hann eftir trupulleikarnar við at býta grindina út fyrr í ár, hevur hoyrt, at skipanin hjá Vága kommunu var vánalig, og at tað tí gekk illa at fáa grindina býtta út.
- Tað er bara ein umsjónarmaður, ið stóð við øllum arbeiðinum at skera grindina upp og býta hana út. Í øðrum kommunum hevur verið vanligt, at fleiri menn, sum arbeiða í kommununi hjálpa til, greiðir Finnbogi Midjord frá. Hann sigur seg hava frætt, at kommunan nú arbeiðir við at gera nýggjar skipanir.
- Tosað hevur eitt nú verði um at býta bygdirnar upp í býarpartar. So kann tað vera, at einans partar av bygdunum fáa grind um grindin er ov lítil, sigur Finnbogi Midjord. Men tað er upp til kommununa at gera av, hvussu heimapartar verða býttir.
- Tá talan er um heimapartar, er tað ikki mítt arbeiði longur, sigur sýslumaðurin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald