Uttanlands

Finnland ákærir yvirmenn fyri at oyðileggja sjókaðlar

Eagle S dróg akkerið 90 kilometrar eftir havbotninum og gjørdi skaða á fimm sjókaðlar millum Finnland og Estland

Eagle S (Savnsmynd)

Eagle S (Savnsmynd)

2025-08-12 07:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákærumyndugleikin í Finnlandi hevur avgjørt at reisa ákærur í sambandi við sabotasju móti sjókaðlum.

Ákærur eru reistar móti einum skipara og tveimum yvirmonnum umborð á skipinum, sum verður hildið at vera orsøk til at skaði kom á fimm sjókaðlar millum Finnland og Estland í desember í fjør. Allir tríggir nokta seg sekar.

Partur av russiska skuggaflotanum

Talan er um oljutangaskipið Eagle S, sum eisini er undir illgruna fyri at vera partur av russiska skuggaflotanum, og sum siglir undir flagginum hjá Cookoyggjum.

ES setti í mai mánaði Eagle S á sín lista yvir skip, sum samveldið hevur illgruna um at vera partur av russiska skuggalotanum, og tí eru umfatað av handilstiltøkunum móti Russlandi. 444 skip eru nú á hesum listanum, skrivar DR.

Sambært finska ákærumyndugleikanum dróg Eagle S akkerið eftir havbotninum, og framdi skaða á Estlink-2-elkaðalin og fleiri samskiftissambond millum Finnland og Estland 25. desember.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at skipið dróg akkerið í 90 kilometrar, og hevur á tann hátt framt skaða á fimm sjókaðlar. Kostnaðurin fyri at umvæla kaðlarnar liggur um 60 milliónir evrur.

Umframt at nokta seg sekar, so vísa teir tríggir yvirmenninir á, at teir ikki halda, at Finnland hevur heimild at reisa ákærur móti teimum, tí skaðarnir hendu uttan fyri finskt sjóumveldi.

Estlink 2-kaðalin kann nøkta umleið helmingin av øllum eltørvinum hjá Estlandi á vetri. Hann er um 145 kilometrar langur og liggur í 90 metra dýpi, har tað er djúpast.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Russland er undir illgruna fyri at gera seg inn á undirsjóvarkaðlar. Líknandi mál hava verið í Noregi, har ein kaðal við Svalbarð slitnaði.

Sambært NRK sigldi ein russiskur trolari aftur og fram yvir kaðlinum 40 ferðir á ein hátt, sum serfrøðingar meta, einki hevði við fiskiskap at gera.

Norska løgreglan hevur tó slept tí málinum, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder