Innanlands

Finnur Koba nógv flestar atkvøður

Nýggja umboðsráðið í LÍV verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum

2023-01-31 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ognarfelagið LÍV skal hava nýtt umboðsráð. Tað er greitt nú freistin at atkvøða var úti á midnátt.

Atkvøðurnar eru taldar upp og úrslitið er, at hesi 35 fólkini manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini.

Finnur Koba gjørdist toppskorari við 1053 atkvøðum.

Lóður hevur staðið fyri valinum. Valið varð skipað við loyniorði og talgildum atkvøðuseðli. Lóður hevur talt atkvøðurnar upp og veitir vissu fyri, at úrslitið er rætt og álítandi.

10 nýggj fólk eru vald í umboðsráðið. Nýggja umboðsráðið verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum.

Nýggja umboðsráðið tekur við komandi til aðalfund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder