Finska søgan hjá Rosu Liksom úr tokvogni nummar seks er fyrsti filmur í Filmsfelagnum í nýggja árinum.
- Unga finska kvinnan, Laura, hevur eitt trupult kærleiksamband í Moskva. Hon ger av at fara einsamøll í toki norður til Murmansk, at síggja fornisku teknini, sum har eru rist í klettin.
- Í sovivogninum er Laura noydd at vera saman við russiska námsarbeiðaranum, Ljoha, sum er ófólkaligur og lítið fyrikomandi. Men ferðin í fylta tokinum er long og eftir fyrstu illstøðuna verður tónin ein annar. At ferðir teirra krossast úr Moskva til Murmansk á henda hátt, elvir til at bæði noyðast at endurskoða, hvørji tey sjálvi eru.
Filmurin, sum vann Grand Prix í Cannes í ár, er finska Oscaruppskotið í 2022, eins og Golden Globe uppskotið sum besti altjóða filmur.
Søgan úr tokvogni nummar seks er annar filmurin hjá Juho Kuosmanen (f.1979), ið longu verður róptur hin nýggi Kaurismaki.
Í 2016 vann Juho virðislønina Un Certain Regard í Cannes fyri ævisøguliga filmin um boksaran og bakaran úr Kokkola “The Happiest Day in the Life of Olli Mäki”.
Atgongumerkjasølan til fyrstu mikudagssýningina í nýggja árinum er byrjað í Havnar Bio og á netinum. Vit halda almennu koronutilmælini, og koma broytingar fyri, lýsa vit tær á Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum:
5/1 kl. 20:00 Í tokvogni nummar 6 (Hytti nro 6, Juho Kuosmanen, Finnland 2021 107 min)
- Filmsfelagið ynskir gott nýggjár og takkar fyri undirtøkuna í skjótt farna ári.
Filmsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald