Handfaringin hjá myndugleikunum og ovastu politisku leiðsluni av málinum um opna hekkuportrið á Galaxy var burtur úr vón og viti, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Tað gongur seint at fáa nakra niðurstøðu í málinum. Løgreglan hevur kannað málið síðan 7. oktober, og í meira enn ein mánaða hevur ein uttanhýsis advokatur kannað málið fyri Fiski- og samferðslumálaráðið.
Í bíðitíðini er Galaxy langt síðan farin av landinum aftur, strandferðslustjórin hevur mist starvið av øðrum orsøkum, og landsstýrismaðurin, sum varðar av Strandferðsluni, skal frá sum landsstýrismaður 1. desember í sambandi við umskipan av landsstýrinum.
Arnfinn Bech er tó sannførdur um, at tað, sum hendi 1. september var brot á allar reglur um trygd á sjónum.
- Umframt at vera greitt lógarbrot, so stríðir tað eisini ímóti vanligum viti og skili at fara til havs við ferðafólki við einum skipi í hasum standinum, og tað sama má sigast at galda fyri alla handfaringina hjá føroysku myndugleikunum, heilt upp á hægsta politiska stig, av málinum. Hon er snøgt sagt óvirðilig fyri eina tjóð, ið vil teljast millum mest framkomnu sjóvinnutjóðir, sigur Arnfinn Bech í grein hjá Maskinmeistarafelagnum, sum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald