Uttanlands

Finst at Kina fyri at stuðla Russlandi

Tað er Kina, sum ger tað møguligt at framleiða nógv av teimum vápnunum, sum Russland brúkar í krígnum í Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Savnsmynd)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Savnsmynd)

2024-09-06 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari heitir á Kina um at gevast við at stuðla Russlandi í krígnum í Ukraina.

– Kina er vorðin ein týðandi faktorur, sum ger Russland ført fyri at halda fram við krígnum í Ukraina. Tað er Kina, sum ger tað møguligt at framleiða nógv av teimum vápnunum, sum Russland brúkar, segði hann á tíðindafundi í Oslo.

Á sama tíðindafundi boðaði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre frá, at hann í komandi viku fer á vitjan í Kina, har hann fer at gera tað greitt, at tað fer at hava sera neiliga ávirkan á umdømið hjá Kina í Evropa, um landið heldur á at stuðla Russlandi.

– Vit fara at leggja stóran dent á okkara ákoðan í sambandi við kríggið og týdningin, tað hevur fyri Evropa og fyri altjóða frið og trygd. Kina ynskir handil og politiskt samband. Hetta fer at hava stóran týdning, segði hann.

Vitjanin hjá Støre í Kina varir í tríggjar dagar, og skal hann m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Støri undirstrikar, at Noreg skal samstarva við Kina men ikki á øllum økjum. M.a. er neyðugt við samskifti um handil, veðurlag og vitlíki, sigur hann sambært Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder