Innanlands

Firouz Gaini útgivið vísindaliga grein um framtíðarmyndirnar hjá ungdómi úr Japan

Grein er útgivin í tíðarritinum Asian Anthropology

2019-01-24 12:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Fróðskaparsetrinum, hevur útgivið eina vísindaliga grein, Future Images of Contemporary Oki Islands Youth, í tíðarritinum Asian Anthropology (2019).

Greinin byggir á ráðstevnuframløgu, sum hann hevði á fjúrtandu árligu ráðstevnuni hjá Nordic Association for the Study of Contemporary Japanese Society, sum varð hildin á universitetinum í Keypmannahavn á vári 2018.

Hetta er triðja greinin, Firouz Gaini skrivar um ung úr hesum lítla japanska oyggjabólkinum. Hinar hava verið í Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies (2016) og Jordens Folk (2017), skrivar Fróðskaparsetrið.

Greinarnar byggja á ta fyrru av tveimum etnografiskum verkætlanum hjá Firouz Gaini í Japan (2015).

Samandráttur av greinini sæst á heimasíðuni hjá Asian Anthropology.

Verkætlanin fekk fígging úr norskum og norðurlendskum/japanskum granskingargrunnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder