Mentan

Fiskikapping og fiskauppboðssøla í Hósvík

Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík skipa leygardagin 8. mai fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík

2021-04-17 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 8. mai skipar Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík.

– Leingi hevur ikki verið ráðiligt at skipa fyri tiltøkum, men nú leggja vit frá landi og bjóða øllum áhugaðum til Fiskikapping, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Møguleiki verður at fáa útflýggjað luttøkuskjøl og at leggja veiðuna upp bæði á Eiði og í Hósvík. Lagt verður frá landi klokkan 7.30 leygarmorgunin 8. mai, tá luttøkuskjøl verða útflýggjaði. Allir bátar skulu vera aftur í landi – antin á Eiði ella í Hósvík – í seinasta lagi klokkan 17.

Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap, og av trygdarávum skulu í minsta lagi tvey fólk vera við hvørjum báti. Mint verður eisini á, at luttakarar eiga at hava neyðuga trygdarútgerðina umborð.

Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. luttakara er vinnari, og manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar og góðar vinningar, m.a. viðskiftakort frá Magn og gávukort frá RIB62.

Steyp verður eisini latið til tann, sum fær størsta fiskin eftir vekt. Allur fiskur skal vera blóðgaður og kruvdur. 

Tá veiðan er gjørd upp verður skipað fyri fiskauppboðssølu við Felagshúsið Grynnan á Bryggjuni í Hósvík, har møguleiki verður hjá øllum áhugaðum at bjóða upp á veiðuna, sum luttakararnir velja at lata til uppboðssøluna. Bæði heilur og flaktur fiskur verður seldur á uppboðssølu.

Tá bátarnir koma aftur og meðan fiskauppboðssølan verður, skipar Stuðulsfelagið fyri at kaffi og okkurt gott til góman verður til keyps í Felagshúsinum Grynnan. Steyp og vinningar verða handaði best fiskandi manningunum við Felagshúsið klokkan 18.

Øll áhugaði kunnu luttaka í Fiskikappingini og í Fiskauppboðssøluni á Bryggjuni í Hósvík, siga fyriskiparar. Tey, sum ynskja at luttaka í Fiskikappingini, skulu boða fyriskiparunum frá í seinasta lagi fríggjadagin 7. mai klokkan 12. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder