Innanlands

Fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

Fiskurin verður seldur á uppboðssølu um kvøldið. Skúlaskipið Dragin skipar fyri

2024-09-26 06:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 28. september.

Streymurin verður góður og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnyrðingi, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.

Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verður steypahandaðan til vinnararnar. 

Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.  

Kunning og treytir

  • Tað einki aldursmark.
  • Í minsta tveir persónar skulu vera við hvørjum báti.
  • Tað er ókeypis at luttaka.
  • Seiður og kongafiskur telur ikki við í kappingini.
  • Tað er ikki loyvt at fiska fram við aliringum.
  • Mynstring til kappingina fer fram á Varpabrúnni frá klokkan kl. 7.30. 
  • Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17.00. 
  • Veiðan løgd upp við NFCS.
  • Vinnarar eru teir bátar, ið hava fiskað mest kg pr. persón

Góðir vinningar

Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir latnir:

  • Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
  • Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
  • Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS)
  • Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: RVtøkni)

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: KSS)

Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder