Innanlands

Fiskiskapurin kennist væl lættari í ár

Fyrstilínuskipini fiska á Flemish Cap í løtuni. Skiparin á Eivind heldur, at tað kennist lættari í ár

Jan Vang, skipari á frystilínuskipinum Eivind (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jan Vang, skipari á frystilínuskipinum Eivind (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-02-11 20:08 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað kennist nógv lættari at fiska á Flemish Cap í ár enn tað hevur verið undanfarnu árini. Tað sigur Jan Vang, skipari á frystilínuskipinum Eivind.

- Hini árini var umráðandi at fiskað so skjótt og nógv sum gjørligt, tí allir vildu jú hava sum mest av tillutaðu kvotuni. Í ár hava vit deilt kvotuna innanhýsis, og tað er nógv betri, sigur hann.

Eivind fór saman við Stapanum, Klakki og Kambi yvir á Flemmish Cap fyrst í árinum.
Ågot fer seinni í ár.

Eivind er nú ávegis til St. Pierre av øðrum túri við 160 tons av frystum toski. Fyrri túrin landaðu teir 200 tons. Teir hava sjaskveður og vindurin er beint ímóti. 

Kambur landar í St. Pierre meðan Stapin og Klakkur eru til fiskiskap á Flemish Cap.

- Vit rokna við at vera inni mikudagin. Tá vit hava landað fara vit útaftur at royna og koma so heim við tí fiskinum, sigur skiparin.

- Fiskiskapurin hevur verið góður og á leið tað sama sum undanfarnu árini. Fyrra túrin var fínasta veður, meðan veðrið hendan túrin hevur verið skiftandi, so sum tað mangan er á Flemish Cap, sigur Jan Vang.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder