2019-04-25 12:11
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sendistova Føroya í Reykjavík skipar fyri sínum árliga flaggdagshaldi í dag kl. 17.00 á listasavninum Kjarvalsstaðir í Reykjavík.
Í sambandi við at Merkið fyllir 100 ár, verður serligur dámur settur á tiltakið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, flytur fram røðu. Bodnir verða føroyskir brellbitar og drykkjuvørur. Evi Tausen saman við Marner av Lofti tekur sær av tónleikinum. Petur Olivar í Hoyvík, Atli Johansen, Jón Nónklett og Ludvig við Stein fara at skipa fyri føroyskum dansi. Harumframt verður burturlutað ferð fyri tvey til Føroya við gisting, boðar Utttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald