2019-12-23 16:07
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein 59 ára gamal maður fekk í dag tríggjar mánaða fongsulsdóm fyri at hava roynt at smuggla eitt kilo av hassji til Føroya.
Maðurin varð tikin beint eftir klokkan sjey í morgun, og longu klokkan 13.35 varð hann dømdur í Føroya rætti, upplýsir ákæruvaldið á Twitter.
59 ára gamli maðurin varð tikin fyri at hava fjalt eitt kilo av hassji í donkraftini og roynt smuggla tað til landið.
Maðurin góðtók dómin, og er nú leyslatin aftur, upplýsir ákæruvaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald