Innanlands

Fjálga um við kakao í kuldanum

Næmingarnir á Glasi fáa eitt plástur á sárið, nú trupulleikar eru við hitaskipanini á skúlanum

2019-01-28 13:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Trupulleikar eru við hitaskipanini á Glasi, og hetta merkir, at næmingarnir uppliva, at tað er alt ov kalt summastaðni í skúlanum, meðan tað er ov heitt aðrastaðni.

Leiðslan hevur tí avgjørt at geva næmingunum eitt plástur á sárið.

- Vit hava valt at fjálga eitt sindur um nú hitaskipanin er óstøðug, so vit bjóða næmingunum kakao, sigur Bogi Bech Jensen, skúlastjóri á Glasi.

Trupulleikin er, at hitaskipanin ikki er endaliga innstilla. Hetta merkir, at tey á skúlanum uppliva, at hitaskipanin ikki megnar at handfara sveiggini í veðrinum.

Bogi Bech Jensen sigur, at tey nú hava gjørt avtalu um at ein maður kemur út at innstilla hitaskipanina manuelt, inntil hitaskipanin er gjørd í ordan aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder