Mentan

Fjølbroytt listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Fimm listakvinnur hava listaframsýning Smiðjuni í Lítluvík 6-9. apríl

Mynd: Visit Tórshavn

Mynd: Visit Tórshavn

2019-04-03 20:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fernisering verður leygardagin 6. apríl, og framsýningin er opin hvønn dag fram til og við týsdagin 9. apríl.

Hetta er ein fjølbroytt framsýning við fimm seks listakvinnum, sum allar hava hvør sín serliga stíl. Sýnd vera pastellir, akvarellir, pappírklipp, blýantstekningar, áseymaðar og acrylmyndir. Listaverkini hjá ymsu listakvinnunum hanga hvørt um annað, og tað gevur framsýningini ein serligan dám.

Listakvinnurnar eru:

Brynhild (Bibi) Sigmundsdóttir - landslagsmyndir í pastel. Bibi hevur málað og teknað frá barnsbeini, mest olju og pastellir. Hon málar naturalistiskt og hevur málað tað mesta av føroysku oyggjunum. Verk hennara hanga í Japan, USA, í Norðurlondum osfr.

Bjørg Jacobsen – klippmyndir úr pappíri og øðrum tilfari. Bjørg hevur luttikið á tekni- og málningaskeiðum. Motivini eru karikerað folk í gerandisstøðum, og umframt litspælið er tað situationella og relationella í fokus.

Cecilia Vestureið – áseymaðar myndir við ymiskum motivum. Cecilia hevur tikið skeið í myndaseyming, og íblásturin er fjølbroytnið í føroyska veðurlagnum og náttúruni - umfatandi fjøllini norðanfyri og opna, ljósa náttúran sunnnanfyri.

Frívør Ellefsen – hálvabstraktir málningar í akryl. Frívør hevur gingið á Designaraskúlanum á Tecocentrinum í Herning og hevur luttikið á fleiri skeiðum. Hon málar mest naivistiskar málningar í sterkum litum og leggur stóran dent á litspælið teirra millum.

Vígdis Sigmundsdóttir - pappírscollagur við íblástri frá føroysku náttúruni. Vígdis hevur teknað og málað, síðan hon var barn og hevur listaskúlaútbúgving og fleiri skeið. Seinastu árini hevur hon fingist við pappírklipp burturav. Íblásturin er mest frá føroysku náttúruni, men eisini úr kvæðaheiminum.

- Fyrireikararnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder