Innanlands

Fjølrit og Tórshavnar kommuna gjørt avtalu

Avtalan er um nýtslu av vardum verkum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-01-17 11:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Avtala millum Fjølrit og Tórshavnar kommunu um er nú undirskrivað. Avtalan er um nýtslu av vardum verkum, og í Tórshavnar kommunu kunnu nú skúlar og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi nú lógliga avrita vard verk til brúk í undirvísingini. 

Avtalan millum Tórshavnar kommunu og Fjølrit er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár. Avtalan kostar 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum, og hon tryggjar, at upphavsrættarfólk fáa gjald fyri nýtslu av sínum verkum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Annika Olsen, borgarstjóri, fegnaðist um, at ein greið avtala nú er gjørd. Hon sæst her saman við Atla K. Petersen, stjórnarformanni í Fjølrit, tá avtalan varð undirskrivað í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder