Mentan

Fjórðingsmillión í føðingardagsgávu

Andreas Berg úr Porkeri vann í kvøld konuni Elsu, sum hevur føðingardag í dag, 250.000 krónur í Gekkinum

2021-02-12 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var stór frøi heima hjá Andreasi og Elsu Berg í Porkeri í kvøld. Andreas var fjarritari fyri Elsu, sum hevur føðingardag í dag, og slapp ígjøgnum við fullari plátu.

Eitt er at fáa fulla plátu, eitt annað er at koma ígjøgnum, og eitt heilt triðja er at lenda á gula leypinum og vinna 250.000 krónur. So heppin vóru Andreas og Elsa í kvøld.

- Jaaaa, ljóðaði í telefonini tá Andreas lendi á gula leypinum, og vann fjórðingsmilliónina.

- Tað er fantastiskt. Konan hevur føðingardag í dag, so hetta kom væl við, segði Andreas Berg og takkaði fyri.

Gekkurin minkar í stórum. Hetta var triði fríggjadagur á rað, at hepnir vinnarar eru farnir avstað við størri upphæddum, og næsta fríggjadag verða 500.000 krónur upp á spæl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder