Uttanlands

Fjórðu ferð í eina viku: Eingin dani deyður við COVID-19 seinasta samdøgrið

Talið á innleggingum er eisini minkað seinastu tíðina – Tilsamans eru 568 skrásett deyð við smittuni í Danmark

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-29 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið er eingin í Danmark deyður við COVID-19, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

Hetta er fjórðu ferð í eina viku, at eingi andlát eru skrásett. Tilsamans eru skrásett 568 andlát millum COVID-19 sjúklingar í Danmark.

Tó skal havast í huga, at øll, sum doyggja innan 30 dagar eftir, at tey eru staðfest positiv verða skrásett sum deyð av COVID-19, hóast tað ikki neyðturviliga er deyðsorsøkin.

Sambært Ritzau hevur talið á innleggingum sum heild eisini verið í minking síðan fyrst í apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder