Innanlands

Fjøruvegurin í Runavík nærkast

Eftir ætlan skal vegurin verða klárur at taka í nýtslu um árskiftið 2024

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen / Runavíkar kommuna)

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen / Runavíkar kommuna)

2023-05-30 08:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrri parturin av fjøruvegnum er í løtuni í gerð í Runavík. Hetta strekkið er hálvan annan kilometur langt og er frá havnarlagnum á Runavík og inn á Glyvrar, og verður knýtt upp í landsvegin omanfyri á Bakka.

Ferðslan í økinum er nógv økt síðani Eysturoyartunnilin kom, og tískil hevur verið neyðugt við einari aðrari loysn enn núverandi. Ytri parturin av Fjøruvegnum snýr seg um betongtunnil undir bæði Løkin og núverandi høvuðsgøtuna í Runavík.

Á henda hátt verður pláss fyri einum miðbýi í Runavík.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, legði um vikuskiftið hesar dronumyndirnar á Facebook:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder