Mentan

Flaggdagur er eisini filmsdagur á mentanarvikuni

Filmslistin verður sett á breddan á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu í kvøld

2019-04-25 18:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmslistin verður sett á breddan á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu í kvøld. Býráðið stuðlar nýggju stóru filmsverkætlanini hjá Andriasi Høgenni. Talan er um ein spælifilm har upptøkurnar eftir ætlan byrja í Runavík í 2020.

Í kvøld verður filmstiltak í Løkshøll. Filmarnir "Ikki so illa meint", sum vann Geytavirðislønina 2019, og sum er valdur út til stóra filmsfestivalin í Cannes, og "Et knæk", vinnari av Geytavirðislønini í 2016, verða sýndir. Eisini verður prát millum Pætur M. Dahl og Andrias Høgenni um komandi spælifilmsverkætlanina. Filmsýningar og leikstjóraprát verða í Løkshøll.

Í morgin hevur Andrias Høgenni skeið nevnt "Filmur og sjónleikarin" á ovaru hæddini á Visit Runavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder