Innanlands

Flaggdagur: Les rørandi kærleikssøguna hjá 99 ára gomlu Áslu Kjærbæk

Í gjár helt løgmaður, Aksel V. Johannesen, flaggdagsrøðu fyri umleið 100 gestum í National Liberty Club í London. Hetta var partur av hátíðarhaldi, sum Sendistovan í London skipaði fyri

2025-04-25 11:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár helt løgmaður, Aksel V. Johannesen, flaggdagsrøðu fyri umleið 100 gestum í National Liberty Club í London. Hetta var partur av hátíðarhaldi, sum Sendistovan í London skipaði fyri.

Í ár hevði røðan ein serstakan dám, tí ein av gestunum var 99 ára gamla Ásla Kjærbæk (nú Scaggs) úr Sumba, ið hevur búð sunnan fyri London síðan 1947. Ásla er væl fyri og fyllir 100 ár í oktober – og bleiv heiðrað í røðuni hjá løgmanni.

Søgan hjá Áslu er bæði serlig og hugtakandi. Hon møtti bretskum hermanni, Stanley Charles Scaggs (Stan), undir øðrum veraldarbardaga, og tey blivu beinanvegin væl. Stutt eftir mátti Stan fara av landinum, og tá kríggið endaði, var Stan merktur av stríðnum og hevði avbjóðingar við at minnast.

Í 1947 fór Ásla til Bretlands at búgva saman við systir síni. Men hon hevði ikki gloymt Stan.

Og tá tað eydnaðist henni at møta honum aftur, hendi nakað heilt serligt. Javnt og samt fekk Stan minnið aftur, tá hann sá Áslu, og kærleikin, ið byrjaði í Sumba í 1943, varð kveiktur aftur.

Tey giftust í 1951. Stan andaðist í 1996.

Tað var við støði í hesi søguni, at løgmaður bar fram flaggdagsrøðu í London. Løgmaður nevndi, at henda bergtakandi søgan vísir, at sambandið millum Føroyar og Bretland snýr seg ikki bara um politiskt samstarv og strategiskar samgongur.

Tað snýr seg eisini um kærleika, fólk og menniskjaligar lagnur.

Les alla røðuna hjá løgmanni her.

Til hátíðarhaldið var dóttir Áslu, Freya Haroldsson, eisini til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder