Mentan

Flaggflotin komin til Hetlands

Móttøka var á Victoria Pier í Lerwick í morgun

(Mynd: Shetland Times)

(Mynd: Shetland Times)

2019-06-13 15:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flotin av føroyskum træskipum, sum hava verið í Danmark og hátíðarhildið 100 árið hjá Merkinum, kom í morgun inn í Lerwick í Hetlandi á ferðini aftur til Føroya.

Shetland Times skrivar, at tey fimm søgulig skipini Westward Ho, Johanna, Norðlýsið, Thorshavn og Dragin løgdu at við Victoria Pier í Lerwick tíðliga í morgun.

Í Lerwick er møguleiki hjá almenninginum at koma umborð á skipini og fáa meira at vita um søguna hjá bæði skipinum og føroyska Merkinum.

Tá skipini komu var ein lítil móttøka og røður vórðu hildnar. Manningarnar fingu eisini handaðar bókina ”The Cod Hunters”, sum tann í Føroyum rættiliga kendi hetlendingurin, John Goodlad hevur skrivað.

Í røðu síni upplýsti John Goodlad, at hann sjálvur verður við á einum siglitúri úr Hetlandi til Føroyar seinni í summar. Tað verður við søguliga hetlendska skipinum ”The Swan”, og tá verður so høvi hjá honum at greiða føroyingum frá hetlendskum fiskiskapi ávirkanina, sum hetlendingar høvdu á føroyskan fiskiskap og annars nógva samskiftið, sum var millum grannatjóðirnar fyrr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder