Innanlands

Fleiri ábøtur gjørdar í Vestmanna ítróttahøll

Umfatandi viðlíkahaldsarbeiði er gjørt í ítróttahøllini í Vestmanna í ár

(Foto: Vestmanna kommuna)

(Foto: Vestmanna kommuna)

2025-12-17 13:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættilig anógv er hent í ítróttahøllini í Vestmanna, serliga í atknýttu hølunum til sjálva høllina.

Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt.

Vestmanna kommuna skrivar, at stórt viðlíkahaldsarbeiði tí er gjørt í ár. Bráneyðugar dagføringar eru gjørdar á ventilatión, hitaskipan el og tak, men eisini er mangt annað dagført.

Í forhøllini eru vesini dagførd, alt HVS er skift, og vesklivarnir eru nýggir, umframt at alt er málað.

Í forhøllini hava hurðarnar fingið annan lit og nýtt innbúgv er komið, so til ber at seta seg niður ella standa við eitt háborð og fáa sær ein kaffimunn.

Í forhøllini er nýtt høli gjørt við køki, ið VÍF brúkar sum sølubúð til dystir, og sum kommunan og onnur annars kunnu brúka til tiltøk.

Folio er klistrað á vindeyguni, so ikki sæst beinleiðis inn í hallarkøkin. Tað er Ann-Mari Egholm, ið hevur sniðgivið.

[object Object]Í forhøllin fáa vitjandi eina hóming av hvussu hondbóltur varð spældur fyrr. Henda myndin prýðir ein av veggunum

Ikki einans hevur forhøllin fingið eitt lyft, men eisini er dentur lagdur á, at fáa nakað av søgu inn. Í durinum er endaveggurin tapeseraður við einari eldri hondbóltsmynd frá fyrst í sekstiárunum. Tað er Johnny Joensen, sum sæst á myndini, og myndamaður er Erik Tørslev Pedersen. Kommunan hevur fingið myndina frá Páll Hellu. Eftir ætlan fara fleiri eldri myndir at prýða veggirnar.

Skiftingarrúmini í høllini eru eisini dagførd, alt HVS er skift út, og serliga kemur tað væl við, at kranarnir nú eru sjálvvirkandi, so tað slepst undan harpiksi á handtøkunum. Skiftingarrúmini eru eisini málað, træbenkurnir eru hølvaðir og smurdir av nýggjum og byrjað er uppá at skifta flísarnar í brúsurúmunum.

Ein tilbygningur er bygdur aftur at høllini út móti Gjógvará, ið verður liðugur fyri jól. Hetta hølið skal brúkast sum styrkirúm hjá VÍF.

Umframt, at stórur dentur er lagdur á viðlíkahald í ár, eru eisini fleiri orkusparandi átøk sett í verk, samstundis sum hugsað hevur verið um at effektivisera. Í sjálvari høllini eru allar lampur skiftar út við LED, og sensorar eru settir á, so lampurnar sløkna, tá eingin rørsla er í høllini. Allar hurðar hava fingið elektronisk lás, við tí endamáli at hava stýr á atgongdini til ymsu hurðarnar. Nýggj net eru sett aftan fyri málini, ið eru løtt at fáast við og eitt tólmenni vaskar nú hvørja nátt hallargólvið, sum leysgevur arbeiðstímar hjá húsavørðum.

Í komandi ári verður størri viðlíkahaldsarbeiði gjørt í nýggja skúla.

Á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu síggjast fleiri myndir.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder