Uttanlands

Fleiri amerikanskir politikarar til Taivan

Stutt eftir, at forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, vitjaði í Taivan, vitja fimm amerikanskir politikarar eisini í oynni

Nancy Pelosi, demokratiska forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum, vitjaði í Taivan fyrst í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Nancy Pelosi, demokratiska forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum, vitjaði í Taivan fyrst í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2022-08-14 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri 12 døgum síðani vitjaði forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi í Taivan, og nú koma fleiri amerikanskir politikarar á vitjan.

Tað upplýsir The American Institute in Taiwain, sum í roynd og veru er sendistovn hjá USA á oynni.

Í amerikonsku sendinevndini eru fimm persónar – demoktiski senatorurin Ed Markey úr statinum Massachusetts demoktratiskir limir í Umboðsmannatinginum John Garamendi, Alan Lowenthal, Don Beyer, og republikanski limurin í Umboðsmannatinginum Amata Coleman Radewagen.

Vitjanin, sum er partur av einari rundferð í økinum, verður í døgunum 14. og 15. august. Eftir ætlan skulu amerikanararnir hitta leiðandi persónar í Taivan fyri at umrøða sambandið millum USA og Taivan. Á dagsskránni eru eisini handil, veðurlagsbroytingar og onnur felags áhugamál, skrivar Ritzau.

Eftir vitjanina hjá forkvinnuni í Umboðsmannatinginum fyrst í hesum mánaðinum, setti Kina í gildi revsitiltøk móti henni og familju hennara. Orsøkin var, at Nancy Pelosi varð løgd undir at blanda seg í innanhýsis mál hjá Kina.

Taivan er ein oyggj út fyri Kina, sum gjørdist lýðveldi í 1949. Kina heldur tó fast í, at taivan er partur av Kina, men Taivan verður stýrt sum sjálvstøðugt.

Les eisini: Kina revsar Nancy Pelosi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder