Í hesum døgum skipar Sinnisbati í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri sýningum av føroyska stuttfilminum “Ábyrgd”, ið bleiv frumsýndur í mai 2020.
Tíverri gjørdi korona-farsóttin av álvara innrás í føroyska samfelagið tá, og tí hava sera fá havt møguleika at síggja filmin.
Sinnisbati vil í samstarvi við leikstjóran handan filmin, Katrina Joensen-Næs, seta sjóneykuna á lívið við sálarsjúku út frá einum vinkli, sum ikki ofta verður sæddur ellar fær rúmd í samfelagnum. Endamálið er at seta sjóneykuna á tað at vera ungur og avvarðandi at einum foreldri við sálarsjúku.
Mett verður, at sálarsjúka rakar aðru hvørja familju, og áleið 25 prosent av øllum børnum og ungum hava eitt foreldur við sálarsjúku. Um vit telja onnur avvarðandi við, sum eitt nú systkin, ommur og abbar, kunnu vit rokna við, at talið er umleið 40 prosent. Tað merkir, at hetta er eitt evni, ið fyllir nógv í føroyskum heimum.
Katrin Joensen-Næs, filmsleikstjóri
Filmurin “Ábyrgd” lýsir eina søgu um at standa einum nær, sum hevur eina sálarsjúku at dragast við. Í filminum fylgja vit ungu kvinnuni Ró (Johanna Roos Slættanes), sum livir í einum heimi við mammu síni (Ria Tórgarð), sum líðir av álvarsligari sálarsjúku. Tað er eyðsæð, at tað hjá Ró kenst sum hennara ábyrgd at taka sær av mammuni, hóast tað er hon sum er dóttirin. Ein ábyrgd, sum tey flestu, sum hava verið í líknandi støðu, kenna.
Filmurin er 43 minuttir langur.
Filmurin hevur verið sýndur fyri avmarkaðum skara, og útselt hevur verið. Men nú markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum er broytt frá 100 til 200, er møguleiki at selja fleiri atgongumerki.
Í kvøld kl. 19 verður filmurin aftur at síggja. Undan sýningini fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at siga nøkur orð um tankarnar handan filmin. Eisini fer aðalskrivarin í Sinnisbata, Laura Apol, at siga nøkur orð um tankan handan tiltakið.
Eftir sýningina verður eitt sofaprát við tvey vaksin avvarðandi, um týdningin av meira kunning og stuðli til tey, ið eru avvarðandi.
Atgongumerki kostar 150 krónur, og alt yvirskotið fer til avvarðandi-arbeiðið í Sinnisbata.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald