2023-05-27 10:00
Vegna veður sigla Ternan og Hasfjord ikki millum Skopun og Gomlurætt fyrrapartin í dag. Túrarnir á Hestleiðini vórðu eisini avlýstir í morgun.
Strandferðslan ávaraði longu í gjár um, at roknast kann við broytingum og/ella avlýsingum á áðurnevndu leiðum og á Nólsoyarleiðini.
Eisini varð boðað frá, at bilar ikki verða fluttir við Erlu Kongsdóttir um Nólsoyarfjørð fyrrapartin og seinnapartin. Fólk kunnu seta seg í samband við skiparan á Erlu Kongsdóttir fyri at frætta nærri um flutning av bilum í kvøld, skrivar Strandferðslan.
Nærri kunning um siglingina hjá Ternuni og Hasfjord verður tøk eftir middagsleitið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald