Á heimasíðuni hjá Strandferðaskipum Landsins verður boðað frá fleiri avloysingum vegna veður.
Túrarnir hjá Smyrli úr Havn klokkan 13.00 og av Krambatanga klokkan 15.30 eru avlýstir, men hann silgdi klokkan 7.00 av Krambatanga og siglir úr Havn klokkan 18.30 í kvøld.
Skopunarleiðin er eisini darvað av veðrinum. Túrarnir úr Skopun klokkan 06.45 og av Gomlurætt kl. 07.25 vórðu avlýstir, men ætlanin er at sigla sambært ferðaætlan restina av degnum.
Túrarnir úr Havn til Nólsoyar klokkan 12.30 og úr Nólsoy klokkan 13.00 eru eisini avlýstir.
Tað verður heldur ongin sigling til Skúvoyar í dag.
Leið 500, sum er bussurin, ið koyrir ímillum Klaksvík og Viðareiði, koyrir heldur ikki í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald