2026-01-17 14:34
Tríggjar ferðir í gjár fekk MRCC fráboðan um ein bát, sum hevði tørv á sleipi, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Fyrsta fráboðanin kom klokkan seks um morgunin um ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna eystanfyri Nólsoy.
Brimil sleipaði bátin á Havnina, og kavarar fóru niður og skóru av skrúvuni.
Hinar báðar fráboðanirnar komu um 15-tíðina.
Ein bátur var uppsteðgaður millum Stong og Eystnes, og stuttleikaskipið Borgarhjørt, sum var beint við, sleipaði bátin á Havnina eftir áheitan frá MRCC.
Ein bátur var eisini uppsteðgaður við Glyvursnes, og Rescue Lív sleipaði hann á Havnina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald