Innanlands

Fleiri bilar verið fyri herverki í Hoyvík

Løgreglan heitir á fólk sum hava sæð okkurt um at venda sær til teirra

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-15 10:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri bilar í Hoyvík hava onkuntíð innanfyri farnu vikuna verið fyri herverki. Løgreglan fekk í gjár fyrstu fráboðanina um at onkur hevði gjørt herverk á ein bil.

Bileigarin hevði stilla bilin hósdagin og dagin eftir legði viðkomandi til merkis, at onkur hevði skøva bilin. Síðani hevði hesin frætt frá øðrum, at teirra bilar eisini hava verið fyri herverki, og tí varð hetta meldað.

- Higartil hava vit fingið tríggjar fráboðanir um herverk á bilar. Møguliga koma meiri, og vit biðja fólk um at halda eitt vakið eyga við um tey síggja nakað í økinum kring løgmannabreyt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin sigur, at hjá hesum eina var tað hjálmurin á bilinum, sum var skøvaður.

Hildið verður at herverki er framt frá hósdegnum og nakrar dagar fram, men tíverri er ikki nógv at ganga eftir sum nú er, og tí heitir løgreglan á fólk, sum hava hoyrt ella sæð okkurt, um at venda sær til teirra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder