2023-04-04 08:19

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi fingu fýra bilførarar klipp.
Teir koyrdu allir millum 105 og 110 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.
Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna á Glyvursvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, og har vórðu fýra bilførarar afturat tiknir.
Mest loyvda ferðin á hesum vegnum er 50 kilometrar um tíman, men hesir koyrdu millum 70 og 72 kilometrar um tíman, og tað fáa teir eina bót fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald