2018-06-25 10:27
Løgreglan var úti við radaranum í gjár í Kollafirði, og fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.
Tríggir bilførarar vórðu tiknir beint eftir klokkan 10 gjáramorgunin inni í Firði. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið - teir koyrdu 75 kilometrar um tíman og 83 kilometrar um tíman í bygdum øki.
Tann triðji fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hann varð tikin fyri at koyra 86 kilometrar um tíman í bygdum øki.
Á døgurða kannaði løgreglan eisini ferðina hjá bilførarum í óbygdum øki í Kollafirði. Tá varð ein tikin afturat fyri at koyra heili 120 kilometrar um tíman. Hann fekk tí eisini treytaða frádøming av koyrikortinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald