Innanlands

Fleiri bøtur og klipp í gjár

Løgreglan gjørdi nøkur ferðsluátøk. Tveir persónar koyrdu yvir 70 km/t Inni í Firði í Kollafirði, har tað er 50-økið, og trý tosaði í handhildnari telefon í Eysturoynni

Samanlagt vórðu seks mál uppskrivað (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt vórðu seks mál uppskrivað (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan gjørdi nøkur ferðsluátøk í gjár. Eitt var í Eysturoynni og eitt var við Kollafjørð.

Vaktleiðarin upplýsir, at patruljan á Glyvravegnum støðgaði trimum bilførarum, ið tosaðu í telefon. Persónarnir gjørdu tað, meðan hildið var í telefonini. Hetta er ikki so óvanligt, men tað er ólógligt, og tað kostar eina bót.

Tað ger tað eisini at koyra uttan trygdarbeltið. Hetta gjørdi ein bilførari, sum varð steðgaður á sama strekkið.

Inni í Firði í Kollafirði er strekki, har tað ikki er loyvi at koyra yvir 50 km/t. Í gjár máldi løgreglan ferðina hjá tveimum bilum at vera yvir 70 km/t har. Harvið fingu bilførararnir klipp og bót. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder