Innanlands

Fleiri bøtur skrivaðar á Suðuroynni

Bøturnar eru skrivaðar í samband við stóra ferðsluátakið hjá løgregluni

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-10 08:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan hevur seinastu tveir dagarnar gjørt eitt størri ferðsluátak á Suðuroynni. Fimm fólk blivu send suður at kanna ferðsluna.

Fyrradagin vórðu fleiri bøtur skrivaðar kring oynna, og í gjár vóru aftur fimm bøtur skrivaðar í Vági.

Bøturnar, sum vórðu skrivaðar, snúðu seg um slitin dekk, at fólk ikki sita í trygdarbelti, og at fólk koyra uttan koyrikort.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder