
Fleiri brot á ferðslulógina eru staðfest av løgregluni hetta seinasta samdøgrið.
Í gjáramorgunin um 9 tíðina var ein bilførari tikin fyri at yvirhála í Norðoyatunnlinum, slíkt er als ikki loyvt í føroysku tunnlunum. Bilførarin fekk 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.
Ferðmátingar vórðu um middagsleitið í gjár gjørdar á Glyvursvegnum á Argjum, tað er vegurin frá rundkoyringini og niðan á Hamarin. Tveir bilførarar fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra 73 og 74 kilometrar um tíman. Mest loyvda ferð her er 50 kilometrar um tíman.
Um 11 tíðina í gjár ringdi onkur granni hjá Norðurlandahúsinum í Havn til løgregluna og klakaði sína neyð yvir bilar, sum stóðu ólógliga parkeraðir í grannalagnum í sambandi við tiltak í Norðurlandahúsinum. Løgreglan fór at staðið og staðfesti, at trupulleikin var stórur, og fleiri staðni var ikki framkomandi. Tó vórðu bert fýra bøtur lagdar undir viskarabløðini á bilunum, hóast tað ferfalda kundi verið skrivað, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Seinnapartin fekk ein bilførari bót fyri at koyra uppi á gonguteiginum. Talan var um ein bilførara, sum valdi at koyra lutvíst eftir gonguteiginum fyri at koma fram við bíðirøðini, ið bíðaði eftir grønum ljósi við ljóskurvarnar í Hoydølum. Slíkt er ikki loyvt. Gongubreytirnar eru til tey gangandi, staðfestir vaktleiðarin.
Og í morgin, beint fyri klokkan 7, varð boðað frá, at leys ross gingu á vegnum á Argjum. Her varð aktingarmaðurin boðsendur.
Nógvar húgvuveitslur hava verið kring um landið hesa vikuna. Í nátt mátti løgreglan fara út á ein bústað, har grannar gramdu seg um órógv frá tónleiki og góðum lagi í einum húsum, har veitsla var hildið fyri opnum hurðum og gluggum. Tey fingu boð um at dempa seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald