2018-12-20 08:40
Tórshavnar kommuna ger vart við, at fleiri byggisamtyktir fyri øki í kommununi liggja til hoyringar í løtuni.
Kommunan ger vart við á Facebook, at í løtuni liggja broytingar av serstøkum og almennum byggisamtyktum fyri økið við Glyvursnes, Hvannasundsgøtu, undir Gráasteini og við Dalastíg til almenna hoyring.
Ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði í kommununi er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna.
Kommunann heitir á borgarar um at lesa nærri um samtyktirnar her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald