Uttanlands

Fleiri deyð í álopum í Ukraina og Russlandi

Ukrainar boða frá, at sjey fólk eru deyð seinasta samdøgrið, meðan russar boða frá, at trý fólk eru deyð í nátt

Farstøð í Zaporizjzja, sum varð rakt av einum russiskum álopi (Mynd: EPA)

Farstøð í Zaporizjzja, sum varð rakt av einum russiskum álopi (Mynd: EPA)

2025-08-11 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hava sjey ukrainsk sivilfólk latið lív í russiskum álopum, upplýsa lokalir myndugleikar sambært miðlinum Kyiv Independent.

Eisini verður upplýst, at í minsta lagi 47 fólk hava latið lív.

Ukrainska loftverjan skeyt niður 59 russiskar dronur, meðan 12 aðrar dronur raktu seks ymisk støð, m.a. Kharkiv, Kherson og Zaporizjzja.

Russland boðar eisini frá, at trý fólk hava latið lív í ukrainskum álopum seinastu náttina.

Tvey fólk lótu lív í Tula-landslutinum norðanfyri Moskva, og eitt fólk lat lív í einum álopi á einum ídnaðarøki í landslutinum Nisjnij Novgorod í vestara parti av Russlandi.

Russiska loftverjan hevur oyðilagt 59 ukrainskar dronur. Hvussu nógvar dronur vóru tilsamans er ógreitt, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder