Uttanlands

Fleiri deyð í Iran og Ísrael

60 fólk hava latið lív í einum ísraelskum álopi á Teheran, og tvey fólk hava latið lív í einum iranskum álopi á Rishon Lezion

Ein íbúðarbygningur í Tel Aviv , sum varð raktur í iranskum rakettálopi í dag (Mynd: EPA)

Ein íbúðarbygningur í Tel Aviv , sum varð raktur í iranskum rakettálopi í dag (Mynd: EPA)

2025-06-14 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álopini millum Ísrael og Iran halda fram í dag.

Í Ísrael verður boðað frá, at tvey fólk hava latið lív í einum iranskum álopi á Rishon Lezion sunnanfyri Tel Aviv. Umframt hetta eru umleið 20 fólk særd.

Úr Iran verður í dag boðað frá, at umleið 60 fólk hava latið lív í einum ísraelskum álopi í Teheran. Nær hetta skal vera hent, verður ikki upplýst, men fríggjakvøldið upplýsti Amir-Saeid Iravani, ST-sendifólk hjá Iran, at í minsta lagi 78 fólk høvdu latið lív í ísraelskum álopum, og at 320 vórðu særd.

Náttina til fríggjadagin framdi Ísrael eitt "fyribyrgjandi álop" á Iran, sum sambært ísraelska verjumálaráðharranum, Israel Katz hevði m.a. til endamáls at raka kjarnorkuverk í landinum.

Sambært ísraelska herinum vórðu 100 mál rakt í álopinum. Fleiri høgtstandandi embætisfólk og kjarnorkugranskarar lótu lív. Eisini verður boðað frá, at tveir generalar í iranska herinum, umframt leiðaran fyri iransku kollveltingarverjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder