Minst 15 fólk eru deyð í einum álopi móti einum hotelli í Nairobi í Kenja. Í økinum kring hotellið eru eisini skrivstovur, kaffistovur og matstovur.
Álopið hendi seinnapartin í gjár. Tað byrjaði við eini spreinging nærhendis trimum bilum uttan fyri ein banka.
Samstundis brast ein sjálvmorðsbumba inni í forhøllini á hotellinum. Fleiri av gestunum á hotellinum fingu skaða, upplýsir ovastin fyri løgregluna í býnum fyri AP tíðindastovuni.
Í gjárkvøldið, okkurt um átta tímar eftir at álopið byrjaði, kundi Fred Matiang’i, innanríkisráðharri upplýsa, at bygningarnir nú vóru tryggjaðir.
- Tamarhald er á støðuni. Minst til, at yvirgangur ongantíð fer at vinna á okkum, ljóðaðu boðini frá Fret Matiang’i.
Hann upplýsti ikki talið av dripnum og særdum, og myndugleikarnir hava heldur ikki upplýst hvussu nógv vóru partur av álopinum.
Somaliski yvirgangsbólkurin al-Shabaab hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum.
Ritzau skrivar frá danska uttanríkisráðnum, at álopið hendi við Dusit D2 Hotel í Westlands-økinum í Nairobi.
- Haldið tykkum burtur frá økinum, og fylgið boðunum frá lokalu myndugleikunum, ljóða ráðini hjá uttanríkisráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald