2019-01-10 14:24
Norska Anne-Elisabeth Falkevik Hagen varð burturflutt úr heimi sínum tann 31. oktober. Anne-Elisabeth er kona norska ríkmannin Tom Hagen, og brotsmenninir krevja loysigjald fyri 68 ára gomlu Anne-Elisabeth.
Løgreglan hevur hildið sakina loyniliga, men hevur bað í gjár almenningin um hjálp.
Síðani tá hava fleiri enn 100 fólk vent sær til løgregluna við upplýsingum, og løgreglan sigur, at hon hevur fingið fleiri áhugaverd tipp.
Enn er tó eingin undir illgruna í sakini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald