Mentan

Fleiri enn 1000 bakkar av sushi og ristaðum fer útvið hvørja viku

Etika verður 9 ár leygardagin. Ókeypis sushi í morgin millum 12 og 13

2018-07-06 07:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rangrulla, Futomaki, Hosomaki, Nigiri – og so alt tað grillaða. Fleiri enn 1000 bakkar av sushi og ristaðum fara út av húsinum hvørja viku, og afturat tí koma allir gestirnir sum eta á matstovuni. 

Leygardagin 7. juli 2018 eru 9 ár síðani Føroya fyrsta sushi matstova lat dyrnar upp, og hetta hátíðarhalda vit við at bjóða ókeypis sushi til miðmála leygardagin millum 12-13.

Etika borðreiðir við føroyskum fiski, skeljafiski og heimsins besta laksi. Rísini eru skolað og kókað við leskandi føroyskum vatni, sum er stak væl egnað til sushi-rís. 

Høvðuskokkurin á etika, Bunlom Srisin, oftast nevnd Kob, hevur staðið fyri køkinum síðani dyrnar lótu upp fyri 9 árum síðani. Hvønn dag ger hon eitt ótal av sushirullum, tí føroyingar gerast bara glaðari og glaðari fyri sushi – og tað er ikki løgið við so góðum rísi og heimsins besta laksi. Tá ið tú situr og etur sushi - heima við hús ella á matstovuni - hugsar tú møguliga ikki um tey, ið hava putlast við matin. Men tú skalt vita, at tey hava hugsað um teg.

Tað estetiska er ein týðandi partur av upplivingini at eta sushi, og tað vita tey í køkinum á etika alt um. Nógv verður tí gjørt burturúr at fáa matin at síggja vakran út, og tað krevur nógva venjing at rulla góðar rullur. 

Hvørt ár letur etika Grønu gávuna í samstarv við umhvørviðvikuna hjá Tórshavnar Kommunu. Peningur fyri sølu av vatni á etika verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.

Í ár var níggjunda árið á rað, etika lat Grønu gávuna. Síðani matstovan á fyrsta sinni bjóðaði føroyingum at eta fyrstafloks sushi við føroyskum rávørum, hevur matstovan latið kr. 395.196 til endamál umhvørvinum at gagni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder