Innanlands

Fleiri enn 20 familjur ynskja leiguveltu

Freistin at søkja um leiguveltu er í morgin

Mynd: Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

2019-01-31 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Borgarar í Eiðis kommunu hava nú møguleika at fáa leiguveltu. Kommunan útvegar lendi, sum borgararnir kunnu leiga til at velta til matna.

Kommunan syrgir fyri at avmerkja økini á staðnum, velting og tilrigging annars syrgir leigarin sjálvur fyri.

Økini talan er um, er millum Vatna og uppi á Grind á Eiði. Um eftirspurningur er, verða økir í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst.

Ein velta kann leigast fyri hvørt húski.

Eiðis kommuna skrivar á heimasíðuni, at seinasta freistin at søkja um leiguveltu er í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder