Innanlands

Fleiri enn 250 fólk latið loppur

Loppumarknaðurin hjá Barnabata er fluttur í størri høli í verður í Finsen. Byrjað verður klokkan 17 í dag

2021-10-04 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 17 lata dyrnar upp í Finsen har loppumarknaður verður, og har allur pengingurin fer óskerdur til átakið í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.

Tað er Stephanie Trónd Larsdóttir sjálvboðin skipar fyri loppumarknaðinum, og eftir ætlan skuldi hann vera í einum hølum í vesturbýnum. Men yvir 250 fólk hava latið klæðir, brúkslutir og innbúgv inn, so tí máttu eini størri høli til.

Loppumarknaðurin er í dag, týsdagin og mikudagin frá klokkan 17 til 21, og mikudagin verður upboðssøla har fleiri listafólk hava latið listaverk til høvið.

Lustafólkini eru Tróndur Patursson, Ludvík á Brekku, Joel Cole, Regin Jørgensen, Jessica Klevang, Amariel Norðoy, Jana Jonhardsdóttir og Børka.

Tónleikaframførslur vera eisini. Mánadagin spæla Ingi Poulsen og Guðrun Sólja Jacobsen. Týdagin spæa Signar í Homrum og Xperiment, og mikudagin spælir Jens Marni Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder