Í nátt hevur russiska loftverjan skotið niður fleiri ukrainskar dronur og rakettir, sigur russiska verjumálaráðið.
Í landslutinum Kursk við markið til Ukraina vórðu 14 dronur og fýra rakettir skotnar niður. 16 dronur vórðu skotnar niður í Voronezh-landslutinum, og tríggjar dronur vórðu skotnar niður í Belgorod-landslutinum.
Umframt hetta varð ein drona skotin niður í landslutunum Bryansk og Orlov, skrivar DR.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttaði í gjár, at ukrainskar herdeildir eru farnar inn í Kursk. Íbúgvar hava fingið boð um at halda seg innandura, og fleiri eru deyð og særd.
Russiska tíðindastovan Tass skrivaði í gjár, at yvir 76.000 fólk í Kursk eru flutt til trygg støð síðan týsdagin, tá álopið byrjaði. Talan er, sambært Reuters, um størsta ukrainska álopið á sjálstøðugt russiskt øki, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald