Innanlands

Fleiri enn 3000 fara at renna saman við krúnprinsinum

Áhugin fyri Royal Run er stórur

2019-03-27 11:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri enn 3000 fólk fara at renna saman við krúnprinsinum, tá Royal Run verður í Klaksvík tann 1. juni.

Áhugin fyri at luttaka í Royal Run var eyðsýndur heilt frá byrjan av, og nú eitt sindur meiri enn tveir mánaðir resta í til stóra rennidagin hevur luttakaratalið rundað 3000.

Royal Run renningin verður skotin í gongd í Klaksvík 1. juni, áðrenn krúnprinsurin skipar fyri Royal Run í Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn og á Bornholm tann 10. juni.

Í Klaksvík verður møguligt at renna eitt míl ella 10 kilometrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder