Innanlands

Fleiri enn 80 fólk til ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeið

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan hevur hetta seinasta árið skipa fyri fýra ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum, har fleiri enn 80 fólk hava luttikið

Mynd frá seinasta skeiði (Mynd: Vinnuhúsið)

Mynd frá seinasta skeiði (Mynd: Vinnuhúsið)

2019-05-07 21:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan hevur hetta seinasta árið skipa fyri fýra ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum, har fleiri enn 80 fólk hava luttikið

Skeiðið er ætla teimum, sum arbeiða á vegunum. Á skeiðnum fáa luttakararnir kunnleika um grundleggjandi ásetingar um uppmerking, reglur, tilfar og trygd á vegunum. Skeiðsluttakararnir læra sostatt at gera og halda vegarbeiði trygt bæði fyri ferðandi á vegnum og fyri seg sjálvar og sínar starvsfelagar við rættari uppsetan og niðurtøku av skeltisavmerkingum, skrivar Vinnuhúsið.

Tað er eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðnum, sum verður hildið av EUC Nordvestsjælland. Skeiðið er gildugt í 5 ár.

Næsta skeið er ikki ásett enn, men til ber at skriva seg á bíðilista í Vinnuhúsinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder