Uttanlands

Fleiri enn tríggir av fýra dønum vilja verða verandi í ES

Danir høvdu ikki gingið í fótasporunum hjá bretum, um teir høvdu valið í dag

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-10-18 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri enn tríggir fjóðringar av dønum høvdu atkvøtt fyri at verða verandi í ES, um fólkaatkvøða var í dag. Tað vísir kanning, sum Eurobarometer hevur gjørt fyri Europa Parlamentið, nú bretar arbeiða við at lima seg úr ES.

Einans 14 % av teimum spurdum høvdu atkvøtt Danmark úr ES, meðan áleið 9 % svara at tey ikki vita. Við úrslitinum er Danmark á sætta plássi yvir lond, sum fegnast mest um ES samstarvið.

Í Stórabretlandi hevur fólkið fingið kaldar føtur um at fara úr ES. Einans 35% høvdu atkvøtt fyri at fara úr ES, um val val í dag. 53% høvdu atkvøtt fyri at verða verandi.

Írland og Luksemborg er londini, har flest ynskja at verða verandi í ES, við 85% av teimum spurdum. Síðani fylgja Svøríki (83%), Týskland (82%) og Holland (80%), áðrenn Danmark við 77 %.

Niðast á listanum er Italia, har einans 44% høvdu atkvøtt fyri at verða verandi í ES. Síðani koma Kekkia (47%), Ungarn (52%), Stórabretland (53%) og Eysturríki (56%).

Leggja vit øll londini saman, høvdu tveir triðingar valt at verða verandi í ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder