Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er sent til ummælis í tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.
Hetta, fyri at leggja avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni um til eitt avgjald, nú loyvt verður skeinkiloyvishavarum at innflyta rúsdrekka.
Skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru.
Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við lítlari framleiðslu.
Løgmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald