
Ferðsluløgreglan gjørdi eitt serligt átak í Suðuroy í gjár, har nógvir bilar vórðu støðgaðir, og tilsamans 18 bøtur skrivaðar.
Á Tvøroyri vórðu 45 bilar støðgaðir og atta bøtur skrivaðar. Í Vági støðgaðu løgreglufólkini 50 bilum og skrivaðu 10 bøtur.
Í øllum førum var talan um smærri brot, sum ikki geva harðari revsing enn bót.
Tað snýr seg um, at bilførarin ikki hevði koyrikortið við, at tey ikki brúktu trygdarbelti, at brek vóru á lyktunum og slitin dekk.
Í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir ymsa staðni frá, sum snúðu seg um vind, men onki álvarsligt hendi. Talan var um leysar lutir, sum fuku og um bygningar, ið stóðu til at ríva.
Í nátt og í morgun hevur veðrið ikki verið atvold til nakra fráboðan til løgregluna. Men løgreglan hevur sent boð um at tryggja leysar lutir, tí roknað verður við nógvum vindi seinni í dag og í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald